Fyrsta sunnudag í advent 2024 skipaði Lions Tórshavn fyri adventshugna í Plantasjuni, har nógv fólk var komið saman.
Lions Tórshavn skrivar, at fleiri vóru komin at ogna sær jóladekoratiónir og tilfar til slíkar og annars ein heitan drekkamunn og okkurt gott afturvið. Horntónleikur og annað setti sín hugnaliga dám á.
Hetta var tó ikki "bert" hugni. Ágóðin av jólatiltakinum fór víðari til góð endamál. Tvey ymisk vórðu vald.
Fyri kortum handaði Lions Tórshavn næsta granna hjá Plantasjuni eina peningagávu á 20.000 krónur. Grannin er Hvíldarheimið Naina, ið fer at nýta peningin til gagns fyri trivnaðin á heiminum.
- Á Hvíldarheiminum, sum nærkast teimum 90 árunum, starvast eini 20 starvsfólk og heimið kann taka ímóti 27 fólkum í senn. Higar koma fólk at leita sær umsorgan, røkt, viðgerð og samanhang í sjúkugongdini, so lættari verður hjá teimum at venda aftur til sín gerandisdag.
Stuðlað ADHD-bók við 10.000 krónum
Í november mánaði kom út bókin ‟Bera og vinkonurnar”,, sum Bára Silvansdóttir hevur skrivað. Lions Tórshavn hevur nú stuðlað útgávuni við 10.000 krónum.
Bókin vísir á ein barnavinarligan hátt, hvussu tað kennist at hava menningarórógv og hvørjar avbjóðingar kunnu fylgja við hesum, skrivar Lions Tórshavn.
Sjálv kendi Bára Silvansdóttir seg ígjøgnum barna- og ungdómsárini altíð øðrvísi og føldi, at alt var nógv strævnari hjá henni enn hjá tvíburðabeiggjanum og javnaldrum hennara. Nú kom hon so á gátt hjá Lions Tórshavn at greiða frá bókini, sum hon fekk hugskotið til fyri fýra árum síðani.
– Uttan at eg sjálv ætlaði tað, kom søgan til mín, á besta ADHD-hátt, næstan orð fyri orð, sigur Bára, ið ynskir, at børn, ið hava ADHD, skulu kenna seg aftur og fáa eina betri sjálvsfatan, so tey ikki kenna seg einsamallan ella øðrvísi.
Bára Silvansdóttir og "Bera og vinkonurnar" (Mynd: ADHD-felagið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald