Fyri aðru ferð hesa tingsetuna skal landsstýrismálanevndin viðgera eina kæru um eitt landsstýrisfólk.
Tað eru átta mánaðir síðani, at Árni Skaale, tingmaður Fólkafloksins, kærdi Dennis Holm.
Orsøkin var, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði latið kvotur, sum hann ikki hevði heimild til.
Talan var um 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki.
Landsstýrismálanevndin hittust í síðstu viku við Kristinu Samuelsen. Advokaturin er komin við sínum ráðum, men tað eru Hans Jacob Thomsen, Hanna Jensen og Bárður á Steig Nielsen, ið skulu taka eina endaliga avgerð.
Fundur verður í nevndini í morgin, hósdagin 15. januar. Hetta skrivar Kringvarpið. Eftir hann verður meira greitt, um hetta málið fær avleiðingar fyri Dennis Holm.
Dennis Holm bíðar framvegis eftir einari niðurstøðu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald