Innanlands

Nýtt tiltak við summartónum í Hvalba

Tað verður 31. mai í ymiskum húsum í bygdini

Summartónar í Hvalba fevnir serliga um heimakonsertir og ábit í ymiskum húsum í bygdini (Mynd: sudurras.fo)

Summartónar í Hvalba fevnir serliga um heimakonsertir og ábit í ymiskum húsum í bygdini (Mynd: sudurras.fo)

2025-01-15 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit eru í einari myrkari tíð við veðri, sum javnan er heldur ella heilt ófantaligt. 

Til ber tó til at hyggja frameftir og gleða seg til betri veður og ymisk meira "summarslig" tiltak.

Síðst í mai mánaða verður eitt nýtt tiltak á skránni í Hvalba. Hetta skrivar Suðurrás á heimasíðu sínari.

Tað verður kallað Summartónar í Hvalba. Tiltakið, sum verður 31. Mai, fevnir serliga um heimakonsertir og ábit í ymiskum húsum í bygdini

- Góður tónleikur verður framførdur og borðreitt verður við góðum ábiti.

Harvið minnir hetta í ein mun um HOYMA í Syðrugøtu. Har er talan um heimakonsertir hjá ymiskum fólki.

Fyrireikararnir í Hvalba siga, at meiri verður at frætta um tiltakið seinni; bæði um hvar heimakonsertirnar verða, og hvørjir tónleikarar fara at framføra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder