Innanlands

Datt niður úr stiga

Ein persónur var í arbeiðsørindum og fýra metrar uppi, tá óhappið hendi. Viðkomandi varð førdur á Landsjúkrahúsið til viðgerð og kanningar

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan ikki endaliga hevur fingið upplýst, júst hvørjar skaðar talan varð um (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan ikki endaliga hevur fingið upplýst, júst hvørjar skaðar talan varð um (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-15 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt arbeiðsóhapp hendi stutt fyri døgurða týsdagin. Hetta var í høvuðsstaðarøkinum.

Ein persónur var farin upp í ein stiga og var umleið fýra metrar frá asfaltinum, tá viðkomandi av einari ella aðrari orsøk datt.

Sjúkrabilur kom á staðið og fekk persónin á Landssjúkrahúsið til viðgerð og kanningar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan ikki endaliga hevur fingið upplýst, júst hvørjar skaðar talan var um.

Sum vanligt er í slíkum førum, so varð Arbeiðseftirlitið boðsent. Stovnurin skal gera sínar kanningar í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder