Innanlands

Skilaleys yvirháling og koyring í Eysturoyartunlinum

Ein bilførari yvirhálaði annan vegin og varð síðani tikin fyri at koyra 175 km/t hinvegin. Koyrikortið varð tikið, og viðkomandi noyddist at seta bilin. Løgreglan gav annars trý klipp í gjárkvøldið - tey kundu verið endað sum treytaðar frádømingar

Løgreglan fekk fráboðan um hesa, fekk tøl og nummar á nummarplátuni og var síðani til reiðar við tveimum patruljum; millum annað um bilførarin skuldi koyra hinvegin í tunlinum aftur (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Løgreglan fekk fráboðan um hesa, fekk tøl og nummar á nummarplátuni og var síðani til reiðar við tveimum patruljum; millum annað um bilførarin skuldi koyra hinvegin í tunlinum aftur (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-01-15 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri ferðslumál vóru í gjárkvøldið, har øll snúði seg um ferð. Í málinum í Eysturoyartunlinum var eisini ein yvirháling uppí.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var talan um skilaleysa og vandamikla yvirháling í undirsjóvartunlinum - og tað er jú altíð ólógligt at yvirhála í tunlum

Løgreglan fekk fráboðan um hesa, fekk tøl og nummar á nummarplátuni og var síðani til reiðar við tveimum patruljum; millum annað um bilførarin skuldi koyra hinvegin í tunlinum aftur.

Hetta gjørdi viðkomandi, og tað var eisini eyðsæð. Bilurin varð máldur at koyra 175 km/t, og bilførarin misti koyrikortið á staðnum (Varð tikið "administrativt). Harvið skuldi tikni bilførarin seta bilin á staðnum.

Beint undir 80 km/t í bygdum øki

Tríggir aðrir bilførarar vóru ógvuliga nær við fáa treytaða frádøming.

Tveir vórðu steðgaðir fyri at koyra beint undir 80 km/t í bygdum øki - annar á Sandi og hin á Glyvursvegi á Argjum. Hetta gevur klipp og bót. Hevði tað verið yvir 80 km/t, so hevði talan verið um treytaða frádøming.

Persónurin, sum koyrdi 113 km/t í Eysturoynni, skuldi ikki havt traðkað nógv meira á spitaran fyri at hava fingið tað. Nøkur prosent verða tikin av, so viðkomandi endaði beint undir 110 km/t, sum er markið fyri treytaða frádøming. Harvið eisini bót og klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder