2025-01-15 14:56
Elbilar síggjast meira og meira í fleiri londum. Danmark er eitt teirra.
Nýggj tøl frá Danmarks Statistik vísa, at ein meirluti av nýggju bilunum í 2024 vóru elbilar.
Talan var um 51 prosent, sum svarar til 344.400 nýliga skrásettar elbilar.
Til samanberingar var talið 200.100 í 2023, og tá vóru 36 prosent av nýggju bilunum elbilar.
Tað eru fýra prosent færri av bileigarum, sum hava ein bil, ið nýtir diesel ella bensin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald