Mentan

William Heinesen 125 ár

Dagurin verður hildin seinnapartin sunnudagin við fyrilestri á Listasavni Føroya

(Savnsmynd: Thomas Johannesen)

(Savnsmynd: Thomas Johannesen)

2025-01-15 15:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

William Heinesen er víðakendur bæði sum rithøvundur og sum listamaður. Hann var føddur tann 15. januar í 1900, og hevði tískil fylt 125 ár í dag. Í hesum sambandi verður dagurin hátíðarhildin á Listasavni Føroya sunnudagin 19. januar klokkan 17.

Á skránni verður fyrilestur um William Heinesen við Bergi Rønne Moberg, lektari, Ph.D. á Københavns Universitet. Fyrilesturin eitur “At byggja, hugsa og droyma heimin forfrá – Føroyar sum upprunaheimur í lívsverki William Heinesens.”

Um fyrilesturin:

- Í einari tíð við tveimum heimskríggjum og vápnadubbing kendi William seg noyddan at venda aftur til eina meira sakleysa tíð og eitt meira upphavligt rúm. Hann fann sakloysi og uppruna allastaðni, og hesi fingu eisini seinastu orðini í hansara lívi: “Alt er endnu i vorden”, sum er áskriftin á gravsteininum hjá Williami og Elisu. Byrjanir og nýggjar byrjanir eru algongdar í verkum Williams. Hjá honum er føroysk mentan nýbyrjari í modernaðum evropeiskum høpi, hvalspýggjan ein elligamal nýbyrjari, glataðu spælimenninir saman við øllum amatørunum somuleiðis nýbyrjarar og pionerar í mun til professionalisering, og so eru tað øll børnini, stjørnurnar og allar tær mytisku tilvísingarnar, sum fylla lívsverkið við upprunasøgum.

Fyrilesturin lýsir, hvussu William sendir tilveruna og sítt egna lív inn í føroyska søgu og út í heimsbókmentaliga ringrás. William verður eisini lýstur sum mentanarberi og mentanarbrótari í einari broytingartíð og sum fremsta tjóðarikon Føroya."

Tiltakið er ókeypis og til ber at vitja føstu framsýningina, har fleiri verk eftir William Heinesen eru at síggja.

Hetta er fjórði fyrilesturin í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.

Í sambandi við runda dagin útgevur Listasavnið fýra serprent eftir William Heinesen og Zacharias Heinesen.

Serprentini eru prentað sum giclée-prent. Henda tøkni brúkar pigmentblekk, ið veitir serliga ríka litgóðsku og upploysn. Pigmentini kunnu halda upp í 100 ár, uttan at prentið litferst. Serprentini eru prentað á 100% sýrufrítt bummullspappír (Hahnemühle, Cotton Premium 300/g m 2 ). Støddin er 25,5 x 29,7 sentimetrar. Serprentini verða til sølu á degnum.

Savnið er opið frá kl. 17 til 19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder