Uttanlands

Báðir taka æruna fyri vápnahvíldina

Joe Biden viðgongur tó, at umsiting hansara hevur arbeitt tætt saman við fólkunum hjá Trump í royndunum at fáa vápnahvíld í lag millum Ísrael og Hamas

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-01-16 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ísrael hevði enn ikki gjørt viðmerkingarnar til vápnahvíldaravtaluna við Hamas í gjárkvøldið, so hevði Donald Trump verið við knappaborðið og skrivað á egna sosiala miðil sín, Truth Social.

- Henda fantastiska avtalan um vápnahvíld kundi einans koma í lag orsaka av okkara søguliga sigri í november, sum sendi boð út til heimin um, at mín fyrisiting fór at stremba eftir friði og fáa avtalur í lag, sum tryggja allar amerikanarar, skrivaði Trump.

Hóast vápnahvíldin eftir ætlan ikki kemur í gildi fyrr enn leygardagin, so eru komandi og núverandi forsetarnir longu farnir at klandrast um, hvør eigur æruna.

Joe Biden heldur, at avtalan er komin orsaka av eini ætlan, sum hann og umsiting hansara settu í verk longu í mai mánaði. Trump, hinvegin, heldur, at valsigur hansara var tað, ið noyddi partarnar til samráðingarborðið, skrivar dr.dk.

Sambært journalistinum hjá DR í USA, Philip Khokar, so eru tað nógv, eisini demokratar, sum viðganga, at valsigurin hjá Trump hevur verið gagnligur fyri at fáa avtaluna í lag.

Eitt nú tí at Netanyahu í Ísrael og Donald Trump eru rættiliga samdir politiskt. Trump hevur eisini havt greið boð til Hamas, og hevur hótt við ‘helviti’ um tað ikki kemur ein loysn og gíslarnir verða leyslatnir, vísir Philip Khokar á.

Sjálvur fekk Biden eisini spurningin um tað var hann ella Trump, sum eigur æruna, , tá hann saman við Kamalu Harris og Antony Blinken, uttanríkisráðharra, í gjárkvøldið høvdu tíðindafund.

Og svarið frá Biden var stutt:

- Var hatta ein jóke?

Men Biden ásannaði eisini, at hansara umsiting hevur havt eitt tætt samstarv við komandi umsitingina hjá Donald Trump fyri at kunna ‘tosa við einum munni’ í hesum máli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder