Innanlands

Bót fyri ikki at hava neyðuga koyriloyvið

Mátti seta viðfestivognin og fekk 5.000 krónur í bót

2025-01-16 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein lastbilførari fekk í gjár stóra bót fyri ikki hava neyðugt loyvi til at koyra við viðfestivogni.

Bilførarin varð støðgaður í Runavík. Tá talan er um stóran viðfestivogn, har samlaða vektin fer upp um 3.500 kilo, krevst serlig koyriroynd - sokallaða treylarakoyrikortið.

Men hetta loyvið hevði bilførarin ikki, so hann mátti seta viðfestivognin frá sær, og koyra víðari við eini stórari bót í lummanum.

Ein bilførari fekk í gjár klipp í koyrikortið fyri at koyra inn á ein veg, har forboð var móti innkoyring. Ein annar bilførari í Havn varð avdúkaður fyri at koyra 74 kilometrar um tíman hóast mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder