Innanlands

Landsstýrið hevur tikið 350 milliónir í láni

Tilsamans verða trý lan tikin til at rinda lán aftur, sum fellur til gjaldingar í summar

2025-01-16 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrið tók 10. januar eitt lán á 350 milliónir krónur. Lánið er eitt 15 ára lán og rentan er 3,55 prosent. Lánið skal nýtast til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar í summar.

2. juni 2025 fellur eitt lán á 1,645 milliardir krónur til gjaldingar. Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. 1. juli í fjør tók landsstýrið eitt 15-ára standandi lán á 900 milliónir krónur við eini effektivari rentu á 3,624 priosent. 10. januar í ár tók landsstýrið aftur eitt 15-ára standandi lán, hesa ferð á 350 milliónir krónur, til eina effektiva rentu á 3,55 posent.

Bæði hesi lán skulu brúkast til at rinda aftur lánið, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2025.

Í mai verður væntandi aftur ein lántøka framd, tá tað sum restar í, tað er 395 milliónir krónur verður tikið í láni afturat, upplýsir Landsbanki Føroya. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder