Týska rúmdarfyrtøkan Rocket Factory Augsburg, stytt RFA, hevur nú fingið endaliga loyvið frá bretska loftferðslumyndugleikunum, Civil Aviation Authority, CAA, at skjóta sakettir upp av SaxaVord rakettútskjótingarstøðini á oynni Unst, norðastu oynni í Hetlandi.
Roknað verður við, at fyrsta lodrætta rakettútskjótingin verður einaferð í ár. Tað verður sostatt tann fyrsta rakettútskjótingin, ikki bara í Hetlandi ella Bretlandi, men í Evropa.
Unst liggur bert einar 200 kilometrar ella 108 fjórðingar úr Føroyum.
Evropeiski rúmdarstovnurin, ESA, hvur skotið nógvar rakettir út í rúmdina, men tær útskjótingarnar eru allar farnar fram í franska økinum, Franska Gujana, sum liggur norðast á suðuramerikanska meginlandinum.
Útsett fleiri ferðir – seinast eftir spreinging í august
Tá fyrsta útskjótingin verður frá SaxaVord Space Center verður tað sostatt ein 30 metra long rakett, kalla RFA One, sum verður send út í rúmdina.
Ætlanin um at senda út rakettir úr Hetlandi eru eftirhondini gamlar, og hava eisini verið útsettar fleiri ferðir.
Ætlanin hjá RFA fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá ein roynd við at seta gongd á rakettmotorarnar, ein sokallað ‘hot fire test’, miseydnaðist í august í fjør, og tað endaði í einari stórari spreinging.
Sí: Ætlaða rakettútskjótingin verður seinkað
Áðrenn tann fyrsta rakettútskjótingin kann setast í gongd, skal umvælingin av skaðunum, sum hendi á útskjótingarpallinum gerast liðug, og so skal ein nýggj sokallað eldroynd gerast við teimum nýggju rakettmotorunum, sum eru bygdir á verksmiðjuni í Augsburg eftir óhappið í august.
Í mesta lagið 10 útskjótingar um árið
Loyvið, sum RFA hevur fingið frá bretsku flogferðslumyndugleikanum, CAA, hevur tað avmarking, at tað skulu vera í mesta lagið 10 rakettútskjótingar um árið, og ongantíð meira enn tvær um mánaðin, skrivar ShetNews.
Aðrar treytir eru eisini settar, so sum at trygdin skal vera í hásæti, at felagið er væl tryggjað og eisini at avtalur eru fingnar upp á pláss við grannalondini.
Rakettirnar, sum verða sendar út í Hetlandi, verða sendar í nirðureftir, og rakettirnar fara sostatt gjøgnum føroyskt loftrúm á veg út gjøgnum atmosferuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald