Innanlands

Tilbúgving í einum broyttum heimi

Í hvønn mun klára Føroyar at standa seg móti øktum turbulensi og ymsum sløgum av kreppum? Hetta verður evnið á almennari ráðstevnu í Kongshøll hósdagin 23. januar

2025-01-16 20:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hvønn mun klára Føroyar at standa seg móti øktum turbulensi og ymsum sløgum av kreppum? Hetta verður evnið á almennari ráðstevnu hósdagin 23. januar, sum Løgmálaráðið skipar fyri saman við Fróðskaparsetri Føroya.

Ráðstevnan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn undir heitinum ”Hvussu styrkja vit mótstøðuføri Føroya í spentu heimsstøðuni við broyttum hóttanum?”

Trygdarstøðan hjá okkum og okkara sameindu er fyri stórum rembingum í hesum árum, har geopolitisku og tøkniligu umstøðurnar eisini hava kollvelt altjóða valdsjavnvágina. Ráðstevnan um Føroyar í spentu heimsstøðuni skal lýsa viðurskiftini og skapa orðaskifti um, hvussu vit styrkja mótstøðuføri Føroya, nú størri ótryggleiki valdar.

Eftir russisku innrásina í Ukraina 24. februar 2022 er vandin fyri atsóknum á kritiskt infrakervi í NATO-limalondum vaksin, og sjóvegis ferða- og vinnusambond kunnu eisini gerast mál fyri fíggindasinnaðum atgerðum uttan úr heimi. Nú óvissan eisini veksur viðvíkjandi altjóða samhandli, eiga vit at leggja stóran dent á veitingartrygd, tá tað ræður um neyðsynjarvørur.

Í dag er støðugt talgilt samband við útheimin avgerandi fyri mangar dagligar tænastur, og hetta ger okkum viðbrekin, tí hóttanir frá teldusníkum og vitlíki gerast størri. Føroysku húsarhaldini eru í eini heilt aðrari støðu, enn tá vit í størri mun rindaðu fyri tænastur við vørum og matfeingi.

Arbeitt verður við at gera eina váðamynd fyri Føroyar, sum skal hjálpa politisku skipanini at raðfesta átøk á tilbúgvingarøkinum. Við støði í váðamyndini verður eisini neyðugt at gera tilmæli um, hvørja tilbúgving húsarhaldini, vinnulívið og landið eiga at hava, so at skaði av møguligum atsóknum og tilburðum kann avmarkast mest møguligt.

Kønir føroyingar og útlendingar, sum arbeiða við gransking, tilbúgving ella vinnulívi, fara úr ymiskum sjónarhornum at hava fyrilestrar um broyttu heimsstøðuna og mótstøðuføri Føroya í hesum sambandi.

Ráðstevnan verður í Kongshøll mikudagin 23. januar 2025 klokkan 9:00 – 16:15.

Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Full skrá sæst niðast á lmr.fo

Løgmálaráðið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder