Innanlands

Skyn: Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram

Hækkandi rentir, inflatión og kríggj hava ikki tálmað prísvøkstrinum, sigur Skyn

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-01-16 22:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Prísirnir á bæði sethúsum og íbúðum kring landið hava verið methøgir í 2024. Nú er miðalprísurin fyri sethús í miðstaðarøkinum umleið 3,9 mió. kr., og fyri íbúðir er miðalprísurin umleið 3,1 mió. kr. Í størru økjunum er miðalprísurin umleið 2,3 mió. kr. fyri sethús, í smærru økjunum umleið 2 mió. kr., og í suðurøkinum er miðalprísurin umleið 1,1 mió. kr. 

Hetta skrivar meklarafyritøkan Skyn.

Seinastu árini við hækkandi rentum, hækkandi inflatión sum heild, kríggi o.ø. hava sostatt ikki tálmað prísvøkstrinum, og kunnu vit við ársenda 2024 enn eina ferð staðfesta, at sethúsaprísurin er methøgur.

Men ov lítið verður bygt.

- Tað er vorðið truplari at koma inn á marknaðin, og tað er eftir mínum tykki ein greið ábending um, at ov fáir bústaðir eru til keyps, og at ov lítið verður bygt, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.

Um hædd verður tikin fyri aldrinum á sethúsunum, og hesi verða bólkað eftir aldri, sæst týðiligt, at miðalprísurin fyri eini hús, sum eru yngri enn 40 ár, er væl hægri enn miðalprísurin fyri eldri sethús. Eini eldri sethús krevja ofta fleiri kostnaðarmiklar ábøtur, og tí er prísurin ikki eins høgur. Sum dømi kann nevnast, at eini sethús í miðstaðarøkinum, sum eru yngri enn 40 ár, kosta umleið 4,3 mió. kr., meðan eini sethús, sum eru eldri enn 40 ár, kosta umleið 3,5. mió. kr. Prísmunurin er sostatt 700-800 túsund kr.

Danski Tjóðbankin hevur nýliga greinað føroyska bústaðarmarknaðin og staðfestir, at prísgongdin í tíðarskeiðinum 2013-2023 kann í stóran mun skiljast út frá rentugongdini, reallønargongdini og útboðnum av bústøðum. Tjóðbankin metir sostatt ikki, at prísirnir eru yvirmettir.

Seinastu mánaðirnir er rentan lækkað, og útlit eru fyri fleiri rentulækkingum komandi tíðina. Harumafrmat er inflatiónin lækkandi og fleiri lønarhæking eru fyri framman.

- Tað fer væntandi at geva húsarhaldum størri fíggjarligt rásarúm. Í greiningini hjá danska Tjóðbankanum er ein niðurstøða, at um rentan hækkar ella lækkar við umleið einum prosentstigi, hækka ella lækka miðalprísirnir á húsum yvir tíð við umleið 12 prosentum. Tískil eru eisini fleiri tekin um, at sethúsaprísirnir kunnu halda fram at vaksa í 2025, nakað tað sama sum í 2024, sigur Petur Mohr Niclasen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder