Nógvur vindur hevur verið í nátt og tíðliga í morgum, men nú tykjast hann minkandi.
Løgreglan fekk nógvar fráboðanir um skaðar frá klokkan 4 og til umleið klokkan 7.
Talan er um tekjur og húsaklædningar sum ríva og um lutir sum fúka í nógva vindinum. Eisini eru nøkur vindeygu farið ígjøgnum.
Í Hvalba var tekja farin á flog um hálvgun sjey tíðina. Hetta var ein tekja, sum vark lár at leggja eini hús, men sum var farin á flog í nógva vindinum. Suðuroyar Norðarabjargingarfelag varð boðsent at tryggja tekjuna.
Í Klaksvík var boðað frá at trolarin Polarhav hevði slitið ein enda. Har fóru fólk á staðið og fingu bundið Polarhav væl til bryggju aftur so eingin skaði hendi.
Fráboðanir eru úr Vági, Hvalba, Tvøroyri, Trongisvági, Hoyvík, av Toftum, úr Rituvík, Norðragøtu og úr Klaksvík
- Okkara áheitan til fólk er at ansa sær og koyra varliga. Ymiskt kann fúka í vindinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðuni í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald