2025-01-17 08:40
Grønlendski landsstýrismaðurin, Múte B. Egede, er ein nógv umbiðin harri í hesum døgum.
Í gjárkvøldið var hann at síggja á Fox News og svaraði spurningum um stóra áhugan frá Donald Trump fyri Grønlandi.
- Vit vilja ikki vera danir, vit vilja ikki vera amerikanarar. Vit vilja vera grønlendingar.
- Men eg haldi, at vit kunnu samstarva á fleiri økjum, segði Muté B. Egede.
- Eg skal gera tað greitt. Vit ynskja ikki at vera amerikanrar ella ein partur av USA, men vit vilja hava eitt sterkari samstarv við USA, segði landsstýrisformaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald