Mentan

Skúlanæmingar fingu eina hugtakandi uppliving

Nærum 600 skúlabørn úr fleiri skúlum í Eysturoynni og Tórshavnar kommunu hava í hesum døgum sæð hin Oscar-tilnevndi animatiónsfilmin Úlvafólk

(Mynd: Filmshúsið)

(Mynd: Filmshúsið)

2025-01-17 09:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nærum 600 skúlabørn úr fleiri skúlum í Eysturoynni og Tórshavnar kommunu hava í hesum døgum sæð hin Oscar-tilnevndi animatiónsfilmin Úlvafólk. 

Tað serstaka við sýningini er, at filmurin varð ljóðsettur við føroyskari talu samstundis, sum filmurin spældi. Filmurin er kensluborin, dramatiskur og hugtakandi, so har var bæði látur, spenningur og onkur feldi eitt tár.
Føroyska Maria M. Forná, ið býr í Irlandi er ein av fleiri, sum hava animerað Úlvafólk.

Durita Dal Andreassen leikstjórnaði ljóðsetingina og leikarnir vóru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Gunnvá Zachariasen, Hjálmar Dam, Marita S. Dalsgaard. Skúlasýningarnir eru ein partur av Barnafilmsfestivalinum.

Úlvafólk verður sýndur eina seinastu ferð fríggjadagin 17. januar . Talan er um eina almenna sýning í Norðurlandshúsinum. Fleiri filmar verða vístir um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder