Innanlands

Allar prostataskanningar verða nú gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Í desember í fjør vórðu fyrstu prostataskanningarnar framdar við nýggja skannaranum

(Mynd: Heilsumálaráðið)

(Mynd: Heilsumálaráðið)

2025-01-17 12:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verða allar prostataskanningar hjá føroyskum monnum framdar við nýggja 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Í desember í fjør vórðu fyrstu prostataskanningarnar framdar við nýggja skannaranum. Starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum eru í MR-toyminum, sum stendur fyri at gera allar MR-skanningarnar í Sjúkrahúsverkinum. Áðrenn 3T MR skannarin varð tikin í nýtslu í mai í 2024, varð farið undir eina tilgongd at førleikamenna starvsfólkini í MR-toyminum, at brúka nýggja skannaran.

- Eg fegnist um at Sjúkrahúsverkið nú kann veita monnum í Føroyum eitt betri og tryggari tilboð um kanning fyri krabbamein í prostata. Sum heild lyftir nýggi MR skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi  diagnostiska øki í Sjúkrahúsverkinum, nú tað er møguligt at fremja fleiri og betri skanningar enn frammanundan, umframt at fleiri sjúklingar sleppa undan at fara til kanningar uttanlands, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Fleiri prostataskanningar og betri tænasta
Í 2023 vórðu 23 menn sendir til prostataskanning í Danmark. Nú farið er undir at gera hesar skanningarnar í Føroyum, fer talið av skanningum at økjast nógv. Hetta tí, at framyvir verða allir menn skannaðir, í staðin fyri at gera biopsiir fyrst, fyri at staðfesta um tørvur er á at skanna fyri krabbamein í prostata.

Áður vórðu biopsiir gjørdar, heldur enn at ávísa allar sjúklingar til MR-skanning í Danmark. Kanningarhátturin við 3T MR skannaranum er tryggari og meira vinarligur fyri menninar. Harumframt er hesin kanningarhátturin í samsvari við nýggjastu tilmælini frá Sundhedsstyrelsen, Krabbameinsætlanini frá 2022 og Dansk Urologisk Selskab.

Sambært metingum hjá Sjúkrahúsverkinum, fer Klaksvíkar Sjúkrahús at gera millum 120 og 200 prostataskanningar um árið. Sostatt sleppur ein stórur partur av hesum monnum undan at fara av landinum til kanningar.

Í 2024 vórðu í alt  595 MR-skanningar gjørdar í 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er kapasiteturin stórur, og so at siga eingin bíðitíð at sleppa framat.

Við nýggja skannaranum fær borgarin eina betri tænastu í Føroyum. Fleiri skanningar kunnu gerast í Føroyum, sum áður hava verið framdar á viðgerðarstøðum uttanlands. Hetta er ein munandi betri tænasta til sjúklingar, sum nú sleppa undan, at fara av landinum til skanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder