Altjóða djóraverndarfelagsskapurin Sea Shepherd ásannar nú, at herferðirnar móti grindadrápi í Føroyum, ikki hava borið á mál.
Ístaðin fyri at stríðast móti føroyingum, ætlar felagsskapurin nú at søkja samstarv við føroyingar, so at stríðið kann flytast frá at koma frá fremmandum til at gerast eitt ynski, sum er góðurfest í føroyska fólkinum.
Tað skrivar leiðarin fyri herferðunum móti føroyskum grindadrápi hjá Sea Shepherd, Valentina Crast, í eini fráboðan á heimasíðuni hjá Sea Shepherd, dagfest í gjár, 20. januar.
- Grindadráp støðgar ikki við vreiði
Valentina er donsk og aktiv í djóraverndarfelagsskapum. Hon er eisini aktiv politiskt í Danmark, og hevur verið uppstillað til eitt nú ES-tingið fyri flokkin Alternativet.
Valentina Crast (Mynd: Alternativet)
Sea Shepherd ásannar nú, at føroyingar hava fullan rætt til at drepa grind, men er framvegis ímóti at grindadráp fer fram. Tí leggur felagsskapurin nú á annan bógv í stríðnum móti grindadrápi.
- Grindadráp støðgar ikki við vreiði og ábreiðslum. Skulu vit fáa enda á grindadrápi, skal tað gerast við at inndraga føroyskar einstaklingar, sum kunnu standa á odda fyri herferðini. Tað eru teirra røddir, teirra dirvi og teirra visjónir, sum einaferð fara at broyta hugburðin, skrivar Valentina Crast.
- Við at stimbra eitt inkluderandi og stuðlandi rúm har lokalar røddir trygt kunnu tosa ærliga og beinleiðis, taka vit eitt avgerandi stig til tess at byggja upp eina burðardygga rørslu fyri broygingum, leggur hon afturat.
Koma aftur í mai
Hetta merkir tó ikki, at fremmand umboð frá felagsskapinum ikki fara at síggjast í Føroyum í summar.
Valentina Crast skrivar:
- Frá mai til oktober, sum altíð, venda vit aftur til Føroyar fyri at skjalprógva ræðuleikarnar við hesi siðvenju, samstundis sum vit fara undir dialog við samfelagið har. Vit hava fyri langari tíð síðani vent okkum burtur frá fíggindaligum taktikkum, og fara nú at miðsavna okkum um uppbyggjandi samstarv, og taka ábyrgd fyri, at hugburðurin til Ses Shepherd í Føroyum fer at broytast.
Henda fráboðanin frá Sea Shepherd í gjár, er kanska eitt av fyrstu dømunum um, at felagsskapurin nú er undir munandi broyting eftir at Paul Watson ikki longur er partur av Sea Shepherd.
Paul Watson fór úr felagsskapinum í september 2022 og arbeiðir nú víðari í einum øðrum felagsskapi, ið kallast The Captain Paul Watson Foundation.
Henda Valentina Crast er hon, sum í summar meldaði danska sjónleikaran Pilou Asbæk og matummælaran Søren Frank fyri djóramisnýtslu, tí teir høvdu etið livandi hummara á einum døgurða hjá hummaraútflytaranum Marna Simonsen.
Les eisini: Pilou Asbæk skuldsettur fyri at hava etið livandi hummara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald