Innanlands

Ferðafólkatalið um Suðuroyarfjørð tað næsthægsta nakrantíð

273.344 fólk er ikki langt undir talið í metárinum 2018, og ferðafólkini við Smyrli í 2024 vóru nærum 10.000 fleiri enn í 2023. Talið av akførum á Suðuroyarleiðini var tað hægsta nakrantíð í fjør

2025-01-21 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2024 ferðaust 273.344 fólk um Suðuroyarfjørð og er hetta út við 10.000 fleiri enn í 2023, tá talið var 263.541.

Soleiðis skrivar Suðuroyarportalurin á heimasíðu sínari.

Talið av ferðandi í 2024 var eisini tað næsthægsta nakrantíð við Smyrli.

- Bara í 2018 hava tað ferðast fleiri fólk við SSL um Suðuroyarfjørð, tá ferðastu 275.207 fólk um Suðuroyarfjørð.

Talið av akførum á Suðuroyarleiðini var hinvegin tað hægsta nakrantíð í fjør. Í fjør vórðu 112.487 akfør flutt við Smyrli um Suðuroyarfjørð.

Hetta eru smá 5.000 fleiri enn í 2023, tá  talið var107.466 akfør, upplýsir Suðuroyarportalurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder