Nýkosni amerikanski forsetin, Donald Trump, spilti ikki tíðina eftir at hann varð innsettur sum forseti í gjár.
Bæði í Hvítu Húsunum og eisini í Capital One Arena í Washington, hevði Trump pennin frammi og skrivaði undir eina røð av kravboðum ella fyriskipanum, eins og hann hevur boðað frá frammanundan.
Her eru nakrar av fyriskipanunum, sum forsetin skrivaði undir á fyrsta degnum við valdið.
Veðurlag og orka
- USA tekur seg úr París-avtaluni, ið varð samtykt á ST-veðurlagsráðstevnuni í 2015. Avtalan snýr seg um, hvussu heimsins lond skulu forða veðurlagsbroytingunum. Onnur lond, sum ikki eru við í avtaluni eru Iran, Libya og Jemen.
Les eisini: Trump tekur USA úr Parísavtaluni
- Á orkuøkinum hevur Trump lýst neyðstøðu, sum hevur til endamáls at økja um boringarnar eftir olju í landinum.
- Trump ógildar eini boð, ið banna oljuboringum í einum øki á 160.000 ferkilometrar í Arktis. Fyrrverandi forsetin, Joe Biden skrivaði boðini undir í 2023.
- Trump ógildar eini boð, ið skuldu tryggja, at helmingurin av øllum akførum, sum verða seld í 2030, eru elektrisk. Hetta eru eini boð frá Joe Biden frá 2021. Statsstuðulin til at seta upp løðistøðir til el-bilar støðgar.
- Trump ógildar eini boð, sum loyva útleigan av havbotni hjá USA til vindframleiðslu til havs
- Orkumálaráðið fær møguleika til aftur at fara undir samráðingar um umsóknir at útflyta flótandi jarðgass.
Tilflyting
- Ólóglig tilflyting við markið millum USA og Meksiko verður lýst at vera neyðstøða.
- Brotsverks-kartell verða lýst yvirgangsfelagsskapir at vera.
- Ein undirskrivað kunngerð um at hýsa flóttafólki í fýra mánaðir eftir at tey eru komin til USA, verður ógildað. Nágreiniliga orðingin er ikki tøk enn.
- Flogførini við næstan 1.700 afghanum, sum hava fingið lovað innflyting og hýsing í USA, og sum væntaðust at koma millum januar og apríl, eru avlýst. Millum tey 1.700 eru eisini familjulimir hjá amerikanskum hermonnum, herundir børn.
Skerjingar og inflasjón
- Fyribils bann verður sett í verk móti at seta fleiri fólk í starv í umsitingini. Starvssetanarstøðgurin skal “tryggja at vit bert seta skikkað fólk, ið eru trúgv móti USA”, hevur Trump sagt
- Alment sett fólk hjá statinum skulu aftur møta upp á skrivstovum sínum fulla tíð í staðin fyri at arbeiða heimanífrá
- Trump setur ein ráðgevingarbólk, ið skal fremja niðurskurð í amerikansku stjórnini. Stovnurin kallast Doge, og verður undir leiðslu av stjóranum í Tesla, Elon Musk. Musk hevur fingið til uppgávu at skerja talið av starvsfólkum hjá stjórnini við trimum fjórðingum.
- Allir almennir stovnar skulu veita neyðhjálp til amerikanska fólkið og økja um vælferðina hjá einstaka amerikanska arbeiðaranum. Pengarnir koma frá niðurskurðinum í fyrisitingini og til veðurlagsátøk.
- USA meldar seg úr heimsheilsustovninum, WHO, innan komandid 12 mánaðirnar og støðgar øllum veitingum og stuðuli til felagsskapin. USA stendur í løtuni fyri 18 prosentum av stuðlinum til WHO.
- Øll menningarhjálp støðgar í minst 90 dagar, meðan metingar verða gjørdar av virknaðinum og samanhanginum millum hjálpina og amerikanska uttanríkispolitikkin.
- Ein heimsumfatandi avtala um minsta skattaprosent fyri partafeløg – sum USA og yvir 100 lond hava samráðst um – hevur “onga ávirkan á USA” uttan so at kongressin samtykkir hana, stendur í kravboðunum.
Annað
- Trump hevur náðað umleið 1.500 fólk, sum hava verið skuldsett, ákærd ella dømd fyri áopið á kongressina 6. januar 2021.
- Trump ógildar eina fyriskipan, sum skuldi avmarka vandan, sum vitlíki kann elva til fyri brúkarar, lønmóttakarar og tjóðartrygdina. Joe Biden undirskrivaði boðini í 2023
- Ógildan av revsitiltøkum móti høgravíðgongdum ísraelskum búsetingarbólkum og einstaklingum fyri harðskap móti palestinum á Vestara áarbakka og Gaza. Hetta setti Biden-umsitingin í gildi í 2024.
- Ein kunngerð skal tryggja “endurreisn av talufrælsinum og støðga statsligum sensuri”. Trump hevur hartað Biden fyri at køva talu- og skrivifrælsið á sosialu miðlunum.
- Støðgur í nýtsluni av “vápnum móti politiskum mótstøðufólkum” hjá stjórnini. Kunngerðin áleggur løgmálaráðharranum at kanna virksemið hjá stjórnini hesum viðvíkjandi hesi seinastu fýra árini.
- Afturkalla boð, sum hava havt til endamáls at fremja fjølbroytni, javnstøðu, inklusjón og rættindi fyri LGBT+-persónar og tjóðskaparligar minnilutar. Boð, sum Joe Biden hevur undirskrivað.
- Afturtøku av boðum, sum hava tikið Kuba av listanum yvir statsstuðlar av yvirgangi. Hetta setti Biden í verk í farnu viku.
- Sosiali miðilin TikTok, sum sunnudagin varð bannaður í USA fyribils, fær 75 dagar til at finna ein keypara av amerikanska partinum av fyritøkuni.
Keldur: Ritzau og DR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald