Innanlands

Hádeildin í fólkaskúlanum skal byrja í 7. flokki

Harvið skulu næmingar í smærri skúlum skifta fyrr. Hetta er ætlanin hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Fleiri skúlastjórar, í skúlum við hádeild, taka undir við ætlaðu broytingini í fólkaskúlanum

Markið - og harvið skiftið - skal vera millum 6. og 7. flokk og ikki 7. og 8. flokk (Mynd: skulabladid.fo)

Markið - og harvið skiftið - skal vera millum 6. og 7. flokk og ikki 7. og 8. flokk (Mynd: skulabladid.fo)

2025-01-21 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ymiskar broytingar í fólkaskúlalógini eru í løtuni til hoyringar í løgtinginum. 

Ein teirra snýr seg um, nær skiftið til hádeild skal vera - og harvið nær næmingar í skúlum uttan hádeild (framhaldsdeild) skulu skifta skúla.

Áður hevur hetta verið í skiftinum frá 7. til 8. flokk, men eftir ætlan hjá  Barna- og útbúgvingarmálaráðnum skal tað henda eitt ár fyrr: Eftir at næmingar hava gingið í 6. flokki.

Regin Marnarsson staðfestir í samrøðu við Kringvarpið, at hetta er góð "upprudding". Skúlastjórin í Skúlanum á Fløtum er ikki einsamallur í at stuðla ætlanini.

Áheitan frá ellivu skúlastjórum varð í gjár, sunnudagin 20.01, send Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um at fáa ætlanina um skúlaskiftið á mál. 


Hendan áheitanin kann lesast niðanfyri - er tikin frá skulabladid.fo: 

Vit, skúlastjórar í skúlum við hádeild, fegnast um, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið ætlar, at skúlaskifti framyvir skulu vera eftir lokna miðdeild ella eftir 6.flokk.

Gerandisdagurin, næmsætlanirnar og innihaldið í undirvísingini í fólkaskúlum við hádeild eru skipað sum ein samanhangandi heild frá 7.-9.flokk. Tí er tað ein bági fyri ta góðu hádeildina, at næmingar ikki ganga í sama skúla í allari hádeildini. Hetta er løtuni tíverri galdandi í fleiri skúlum við hádeild, ið taka ímóti næmingum frá øðrum smærri skúlum eftir loknan 7.flokk.

Vit, skúlaleiðarar, fegnast um uppskotið til løgtingslóg til broytingar í løgtingslóg um fólkaskúlan, ið leggur upp til, at vit loksins gera upp við tankan um kravdan grundskúla í 7 ár og valfría framhaldsdeild í trý ár. Fólkaskúlin í dag er skipaður í 9 ára kravda skúlagongd í 3 deildum - grunddeild, miðdeild og hádeild- og einum valfríum 10 ári.

Vit heita staðiliga á løgtingið um einmælt at seta hesa broyting í verk, so hádeildir í móttøkuskúlunum kunnu skipast eins skynsamt og samanhangandi, sum í teimum skúlunum, ið ikki eru móttøkuskúlar.

Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum

Durita Joensen, Runavíkar kommunuskúli

Berlys Toftadal, Fuglafjarðar skúli 

Ester Poulsen, Skúlin á Giljanesi

Jón Højsted, Kollafjarðar skúli 

Eyðna Magnussen, Eysturskúlin

Kristianna Vinniedóttir, Vestmanna skúli

Jóhan M. Stenberg, Guliskúli

Aslaug Olsen, Sankta Frans skúli

Høgni Joensen, Skúlin við Løgmannabreyt

Hans Petur Jacobsen, Stranda skúli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder