Mentan

Video: Dan Olsen við nýggjum tónum úr Londum

"Hjartasorgin" er annar sangurin á føroyskum hjá argjamanninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-01-21 21:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Seinastu árini hevur Dánjal Rói Olsen búð í London, har hann er virkin sum tónleikari.

Í fjør gav hann átjan sangir út - øll á enskum - men argjamaðurin smíðar eisini sangir á føroyskum.

34-ára gamli føroyingurin nýtir Dan Olsen sum listafólkanavn og arbeiðir javnan saman við tónasmiðum, sum hava samstarva við millum annað Ed Sheeran, Liam Gallagher og Celine Dion.

Nú hevur hann givið út ein føroyskan sang, ið eitur "Hjartasorgin". Talan er um ein umsettan sang úr enskum og aðru føroysku útgávuna hjá Dan. "Heartbreak Season" Videoupptøkan eru gjørd í enska høvuðsstaðnum.

Seinastu tíðina hevur Dan Olsen verið meira í studio og minni á konsertferðum, og  hetta er triðja útgivna lag hansara higartil í 2025.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder