Innanlands

VEKS hátíðarheldur tíggju ár

Hetta við almennari kvøldsetu á Grønanesi í Vestmanna hóskvøldið frá klokkan 20. Sangir, røður og føroyskur dansur eru á skránni

Nú hósdagin 23. januar verður tiltak á Heiminum á Grønanesi

Nú hósdagin 23. januar verður tiltak á Heiminum á Grønanesi

2025-01-21 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VEKS hevur nú tíggju ár á baki, og verður hetta hátíðarhildið á ymsan hátt. 

VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldrarøkt og heimatænastu millum fýra kommunur í Norðurstreymoy og Norðureysturoy. 

Nú hósdagin 23. januar frá klokkan 20 verður almenn kvøldseta á Heiminum á Grønanesi í sambandi við, at VEKS er 10 ár.

Skrá:
20.00 Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS.
20.05 VEKS – nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri.
20.15 Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir.
20.30 Felagssangur.
20.45 Magni Mohr, professari. Framløga um fólkaheilsu.
21.00 Te, kaffi og okkurt gott afturvið.
21.15 Føroyskur dansur við Norðstreymoyar Dansifelag.
21.45 Kvøldsetan endar.

Líknandi kvøldsetur verða seinni á Mørkini og á Korndalsbýlinum, sum eru onnur sambýli í samstarvinum - ávikavist í Streymnesi og á Eiði.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder