Innanlands

Bakmenn í máli um rúsevnasmugling til Føroyar handtiknir í Danmark

NSK hevur í dag í samstarvi við Føroya Politi handtikið tríggjar menn í Jútlandi fyri at hava lagt til rættis og samskipa smugling av hørðum rúsevnum til Føroyar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-01-21 17:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir danskir menn, sum eru 39, 41 og 46 ár, og sum eru partur av organiseraða kriminella umhvørvinum í Danmark, eru handtiknir.

Politiið í Eysturjútandi og á Fyn hava hjálpt til í handtøkuatsóknini og í rannsóknunum, sum eru framdar í dag.

Teir tríggir menninir eru skuldsettir fyri at hava lagt til rættis innsmugling av uml. 4 kg av amfetamin og uml. 22 kg av hasji við seglbáti úr Danmark til Føroyar við tí endamáli at selja víðari.

Føroya Politi og NSK hava arbeitt tætt saman í samband við kanningararbeiðið. Harumframt hava bæði TAKS og Skattestyrelsen í Danmark hjálpt politinum við kanningararbeiðnum.

Í tøttum samstarvi við Føroya politi hava vit í dag handtikið fleiri fólk frá skipaða kriminella umhvørvinum, sum vit meta standa fyri rúsevnasmugling til Føroya, sigur Michael Kjeldgaard, leiðandi politiinspektørur í NSK.

- Góða arbeiðið hjá føroysku løgregluni er orsøkin til málið. Føroya politi handtók í august 2024 fimm fólk, sum skuldu smugla og taka ímóti høðrum rúsevnum í Føroyum. Nú hava vit handtikið teir persónarnir, sum vit meta vera bakmenn í hesum málinum, sigur Michael Kjeldgaard, leiðandi politiinspektørur í NSK.

Fýra av teimum fimm persónunum, sum vóru varðhaldsfongslaðir í august 2024 fyri innsmuglingina, sita framhaldandi í varðhaldi. Málið er ásett at vera viðgjørt í Føroya Rætti í viku 10.

Menninir, sum eru 39 og 46 ár, og sum eru handtiknir í dag, verða mikudagin framstillaðir í grundlógaravhoyring í rættinum í Aarhus. Ákæruvaldið fer at biða um, at hurðarnar verða afturlatnar.

Vísandi til áleikandi kanningararbeiðið hava Føroya Politi og NSK ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder