- Hetta er sum so ikki fyri okkum (USA, red.) men fyri altjóða trygd. Tað er dýrt fyri Danmark at viðlíkahalda og at tryggja økið, og landið megnar tað ikki.
Soleiðis segði Donald Trump, tá tíðindafólk í gjárkvøldið spurdi um Grønland. Hetta var meðan nýinnsetti amerikanski forsetan sat í "Ovala Kontórinum" í Hvítu Húsunum og undirskrivaði ymiskt, sum hann beinanvegin setur í verk.
Sí eisini: Kravboðini frá Trump á fyrsta degnum við valdið
Har gjørdi Donald Trump eisini greitt, at sambært honum halda íbúgvarnir í Grønlandi ikki nógv um danir men væl meira av amerikanarum - millum annað út frá vitjanini hjá soni hansara í Nuuk fyri kortum.
- Grønland er eitt undurfult land (...)Grønlendingar eru ikki glaður fyri Danmark - teir eru glaðir fyri okkum.
Tað vil siga, at fáar tímar eftir innsetanina í Washington D.C. staðfesti Donald Trump aftur, at tørvur er at fáa vald yvir Grønlandi. Hann er eisini rímiliga vísur í, at "Danmark fer at vera við uppá tað".
Men hvat siga tey, ið ráða í Grønlandi?
- Vit eru grønlendarar. Vit vilja ikki vera amerikanarar. Vit vilja ikki vera danir. Tað ber ikki til at keypa Grønland, og avgerðin um framtíð okkara skal takast her.
So greiður var Múte B. Egede, landsstýrisformaður, tá hann og Vivian Motzfelddt høvdu tíðindafund um støðuna í Nuuk í dag.
Har kom ikki so nógv nýtt fram, men sermitsiaq.ag skrivar, at allir flokkarnir í Grønlandi vóru á fundi fyrrapartin týsdagin, og at arbeitt verður við at fáa fund í lag við Donald Trump og stjórnina í USA. Sambært landsstýriskvinnuni í sjálvsstýris-og uttanríkismálum verður vónað, at hetta hendir skjótt - innanfyri nakrar dagar.
Sambært Motzfeldt er trygdin hjá Grønlandi eisini er trygdin hjá USA, og at tað eru ógvuliga týðandi samtalur, sum skulu gerast í næstum.
Tað varð ikki sagt serliga nógv um støðuna hjá ríkisfelagskapinum á dagsins tíðindafundi í Nuuk, men Múte B. Egede staðfesti aftur, at tey eru og verða grønlendarar, sum einsamøll skulu taka avgerð um egna framtíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald