Innanlands

ST nevndin hevði 59 tilmæli til Føroyar í mun til breksáttmálanum

Føroyar vóru til hoyring hjá ST í fjør. Tilmælini, við tillagingum og øðrum, eru nú til umrøðu í landsstýrinum.

- Vit hava gjørt stór framstig, eitt nú við nýggju lógini um brekumboð, men vit viðurkenna eisini, at arbeiðið ikki er liðugt, sigur Sirið Stenberg (Mynd: Almanna- og Mentamálaráðið)

- Vit hava gjørt stór framstig, eitt nú við nýggju lógini um brekumboð, men vit viðurkenna eisini, at arbeiðið ikki er liðugt, sigur Sirið Stenberg (Mynd: Almanna- og Mentamálaráðið)

2025-01-22 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Almanna- og mentamálaráðið: Tann 23. august 2024 vóru Føroyar til hoyring hjá Sameindu Tjóðum í breksáttmálanum. 

Endamálið við hoyringini er at kanna, hvussu londini, ið hava tikið undir við breksáttmálanum, fremja sáttmálan í verki. Niðurstøðan frá hoyringini vísir, at Føroyar hevur gjørt framstig á fleiri økjum, men at tað samstundis eru avbjóðingar, ið krevja at átøk verða sett í verk.

Í sambandi við niðurstøðuna frá hoyringini hevði serfrøðinganevndin hjá ST ávís tilmæli og viðmerkingar, sum vórðu almannakunngjørd tann 8. oktober 2024.

ST nevndin hevði í alt 59 tilmæli til Føroyar, ið fevna um mestsum øll økir í samfelagnum. Hesi tilmæli hava verið til umrøðu í landsstýrinum í dag.

Serfrøðinganevndin leggur áherðslu á, at tey mæla til, at øll tilmælini verða framd í tøttum samráði og virknum samstarvi við áhugafeløg, ið umboða fólk, ið bera brek.

- Vit hava gjørt stór framstig, eitt nú við nýggju lógini um brekumboð, men vit viðurkenna eisini, at arbeiðið ikki er liðugt. Tí er alneyðugt, at vit saman við áhugafeløgunum halda áfram við at betra um viðurskifti og rættindi hjá fólki, ið bera brek, í øllum økjum í samfelagnum”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

[object Object]

Tað er Almanna- og mentamálaráðið, ið hevur samskiparaleiklutin sambært breksáttmálanum, ​meðan hvørt stjórnarráð sær hevur ábyrgd av tilmælunum á sínum málsøki.

- Tilmælini fevna breitt, og eru til málsøkir hjá øllum landsstýrisfólkunum. Tí er tað av týdningi, at vit umrøða hesi í felag, og saman seta sjóneykuna á framhaldandi at fremja batar, við tí fyri eyga, at Føroyar verður eitt virðiligt og javnsett samfelag, sum er atkomuligt fyri øll.

Niðurstøðan frá hoyringini, eins og onnur viðkomandi skjøl, kunnu lesast her:

ST sáttmálin um rættindi einstaklinga, ið bera brek - Almanna- og mentamálaráðið

[object Object][object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder