Ein nýskipan av Ríkisfelagsskapinum er av álvara á breddanum, og í Føroyum tosa flokkarnir um møguleikarnar í framtíðini.
Beint fyri ólavsøku í fjør legði Sambandsflokkurin eitt uppskot fram undir heitinum "Nýtt Samband - Eitt sjálvstýrandi land í ríkinum"
Flokkurin ynskir at halda fast við ríkisfelagskapinum, men at Føroyar hava breiðari ræsur - serliga á uttanríkispolitska økinum.
- Eftir at Donald Trump boðaði frá, at hann vil keypa Grønland, er ríkisfelagsskapurin av álvara komin í brennidepilin kring heimin. Og vit kunnu ikki bara sita og hyggja at, meðan øll heimsins eygu eru vend ímóti okkum. Íkomna støðan krevur, at vit gera nakað við tað. Leingi hevur verið tosað um at endurskoða ríkisfelagsskapin, og vit í Sambandsflokkinum halda, at broytingar skulu henda nú. Tí verður skipað fyri almennum kjakfundi millum forfólkini í politisku flokkunum á tingi, um hvussu vit skulu skipa okkum í Ríkinum.
Hetta skrivar Sambandsflokkurin, sum í samband við heldur spentu og serligu støðuna í løtuni hevur bjóða til kjakfund um evni í Smærini.
"Hvat vilja vit í Ríkinum?" er heitið á kjakfundinum, har fólkatingslimurin Anna Falkenberg luttekur saman við fyrrverandi danska politikaranum Bertel Haarder. Hann fer at geva innlit, í hvussu hann sær støðuna í einum nútíðar- og søguligum sjónarhorni.
Politisku flokkarnir verða umboðaðir á pallborðsfundi, har Beinta Løwe verður orðstýrari. Talan er um forfólkini í flokkunum, sum kjakast um heita evni.
Almenni kjakfundurin byrjar klokkan 19 í morgin, hóskvøldið 23. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald