Innanlands

Bilførarin hevði ongan førararætt

Viðkomandi var vaksin. Revsingin fyri at koyra uttan koyrikort er 5.000 krónur, tá tað er fyrsta slíka brotið

Tá patruljan hjá løgregluni spurdi um koyrikort, kundi viðkomandi ikki vísa tað. Ikki tí at førarin ikki hevði tað fysisika kortið uppi á sær, ella tí honum vantaði appina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tá patruljan hjá løgregluni spurdi um koyrikort, kundi viðkomandi ikki vísa tað. Ikki tí at førarin ikki hevði tað fysisika kortið uppi á sær, ella tí honum vantaði appina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-22 08:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein bilførari varð steðgaður í Eysturoynni um 21-tíðina í gjárkvøldið, týsdagin 21. januar.

Tá patruljan hjá løgregluni spurdi um koyrikort, kundi viðkomandi ikki vísa tað. Ikki tí at førarin ikki hevði tað fysisika kortið uppi á sær, ella tí honum vantaði appina.

Tað var av tí einføldu orsøk, at viðkomandi einki koyrikort hevur. Persónurin er yvir 18 ár, so tað er ikki tí, at aldurin bilti.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun greiðir miðlunum frá, at bilførarin í Eysturoynni uttan førararætt fær bót.

Tá talan er um fyrsta slíka brotið er talan um bót áljóðandi 5.000 krónur. Um hetta hendir aftur, so fer bótin væl upp.

Vaktleiðarin vildi ikki siga, um talan var um persón, ið hevur mist koyrikortið, ella ein sum ongantíð hevur fingið tað.

Hann veit tó at siga frá, at aðrastaðni í landinum fekk ein persónur bót fyri ikki at sita í trygdarbelti - ein annar fekk bót fyri at ikki hava baklyktirnar í lagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder