Innanlands

Fleiri koyrdu alt ov skjótt í Leirvík

Hetta hevði við sær eina treytaða frádøming, umframt tvey klipp og nakrar bøtur fyri ov nógva ferð í bygdum øki. Ein skutari varð tikin inn fyri at koyra ov skjótt aðrastaðni

Ein bilur var á 97 km/t, tá løgreglan máldi hendan. Klipp vórðu givin til tveir persónar, sum koyrdu umleið 80 km/t (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein bilur var á 97 km/t, tá løgreglan máldi hendan. Klipp vórðu givin til tveir persónar, sum koyrdu umleið 80 km/t (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-22 08:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan gjørdi ferðmátingar í Leirvík týskvøldið, og her vóru fleiri, sum koyrdu langt yvir hámarksferðina.

Hetta sigur vaktleiðarin á løgreglustøðin í morgun.

Ein bilur var á 97 km/t, tá løgreglan máldi hendan. Bilførarin varð steðgaður, og fekk viðkomandi treytaða frádøming av koyrikortinum, umframt eina bót. Hetta merkir, at førarin skal taka ymiskt umaftur í sambandi við koyrikort ella skal upp til nýggja roynd.

Tveir bilførarar fingu klipp og bót fyri at koyra og skjótt í Leirvík í gjár. Ein koyrdi 
80 km/t og ein annar 77 km/t í bygdum øki.

Skutarin koyrdi ov skjótt

Eitt annað mál um ferð var týsdagin 21. januar.

Ein tunaður skutari varð tikin í gjár. Skutarin varð tikin inn á støðuni, mátaður, og har fekst greiða á, hvussu skjótt skutarin kundi koyra.

Tað vísti seg, at tað var væl yvir markið fyri, hvat slíkir eiga at gera. Fyri hetta fær eigarin bót, eins og nummarplátin verður tikin. Hon verður latin aftur, tá eigarin kann prógva, at skutarin aftur kann koyra "sum vanligt", greiðir vaktleiðarin frá.


Annars var eitt lítið ferðsluóhapp vegna brot á víkiskyldu í Vestmanna seinnapartin í gjár. Talan var tó bert um avmarkaðan materiellan skaða, staðfestir vaktleiðarin.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder