Í sambandi við at nýtt øki av verandi kirkjugarðinum í Leirvík verður tikið í nýtslu skipa Eysturkommuna, Leirvíkar kirkja og Hebron fyri kirkjugarðsvígslu sunnudagin 26 januar.
Hesum boðar Eysturkommuna frá á heimasíðu sínari.
Kirkjugarðurin var vorðin heldur lítil, og í 2024 og seinastu tíðina hevur verið arbeitt nógv við útbyggingini.
Savnast verður við nýggja parkeringsplássið niðanfyri kirkjugarðin klokkan 12:30, kunnar kommunan um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald