- Hetta er ein bátur, sum vit fingu í einari knappari vending, sum vit halda kann brúkast til vit hava funnið eina varandi loysn.
Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, eftir royndartúrin við Spógvanum út í Hest í dag. Eini 10-15 fólk vóru við Spógvanum, sum skal røkja Heystleiðina hjá Strandferðsluni. Men báturin er ikki gjørdur til endamálið, og sambært KVF varð Strandferðslan trýst at keypa bátin. Hesum hevur Hilmar Eliasen afturvíst áður og tað ger hann eisini nú.
- Har hevur ikki verið nøkur ósemja sum so. Samferðslumálaráðið kom við einum fyrispurningi, um tað bar til at finna ein bát, sum kundi røkja hesa leiðina burturav. Vit fóru so út at leita og hava funnið hendan bátin, greiðir Hilmar Eliasen frá. Hann vónar tó, at hetta ikki verður nøkur varandi loysn.
Spógvin skal røkja Hestleiðina (Mynd: Sverri Egholm)
- Tað er ikki akkurát hetta slagi av báti, sum vit skulu brúka. Ein bátur til framtíðina hevði verðið gjørdur úr betri og lættari tilfarið. Men tað hevði eisini verði ein bátur, sum hevur betri atkomuviðurskiftir, enn hesin báturin hevur, sigur hann.
Báturin er góðkendur til 18 fólk á vetrarhálvuni og 25 á summarhálvuni. Hilmar Eliasen sigur, at tað er nokk til áleið 80 prosent av siglingini, men at neyðugt verður at fáa hjálp frá Teistanum, tá serlig tiltøk eru á oynni.
- Tá tað er størri ferðaløg, so er tað annað, sum skal til, og Teistin verður eisini klárur at hjálpa til, tá størri tiltøk eru, sigur Hilmar Eliasen. Hann sigur eisini at tá veðrið er til tað um summarið, verður eisini skjótt at gera eykatúrar, um tað er neyðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald