Uttanlands

Fýra gíslar verða leyslatnir í dag

Talan er um tær fýra herkvinnurnar Karina Ariev, Danielle Gilboa, Naama Levy, og Liri Albag

Farna vikuskifti vórðu fyrstu gíslarnir leyslatnir í sambandi við vápnahvíldina millum Ísrael og Hamas. Her sæst ein sjúkrabilur við ísraelskum gíslum í Ramat Gan (Mynd: EPA)

Farna vikuskifti vórðu fyrstu gíslarnir leyslatnir í sambandi við vápnahvíldina millum Ísrael og Hamas. Her sæst ein sjúkrabilur við ísraelskum gíslum í Ramat Gan (Mynd: EPA)

2025-01-25 08:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir ætlan verða fýra ísraelskir gíslar og fleiri palestinskir fangar leyslatnir seinni í dag.

Umboð fyri Reyða Kross eru ávegis til Gazageiran fyri at taka ímóti gíslunum, fýra ungar herkvinnur, sum hava sitið í varðhaldi hjá Hamas í 477 dagar, skrivar Ritzau.

Tær fýra kvinnurnar eru 20 ára gomlu Karina Ariev, Danielle Gilboa, og Naama Levy, og 19 ára gamla Liri Albag.

[object Object]
Gíslarnir, sum verða leyslatnir í dag (Mynd: Reuters)

Sambært Hamas skal Ísrael í dag leyslata 200 fangar í býti fyri gíslarnar.

Tær fyrstu seks vikurnar av vápnahvíldini, sum byrjaði sunnudagin 19. januar, verða eftir ætlan 33 ísraelskir gíslar og umleið 1900 palestinskir fangar leyslatnir. Sunnudagin í farnu viku vórðu tríggir gíslar og 90 fangar leyslatnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder