Uttanlands

Í dag er val í Hvítarusslandi

Har tykist eingin ivi at vera um, at Lukasjenko, sum hevur verið forseti síðan 1994, verður afturvaldur

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

2025-01-26 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er forsetaval í Hvítarusslandi, og har tykist eingin ivi at vera um, hvør fer at vinna - Aleksandr Lukasjonko, sum hevur sitið sum forseti seinastu 31 árini, síðani juli 1994.

– Um nakar heldur uppá, at úrslitið av valinum ikki er greitt frammanundan, so lúgva tey, sigur Ole Gaidukevich, sum er eitt av fimm valevnum, sum eru uppstillaði til valið.

– Tað er týðiligt, at Lukasjenko fer at vinna. Sambært veljarakanningunum hevur hann risastóra undirtøku. Vit vilja í staðin stríðast fyri at styrkja okkara støðu og fyrireika okkum til næsta val, sigur hann við BBC.

Størstu mótstøðufólkini hjá forsetanum sita annaðhvørt í fongsli ella í útlegd, og sambært Al Jazeera eru nú 1300 politiskir fangar í Hvítarusslandi.

Eftir seinasta forsetaval í 2020, har Lukasjenko sambært almenna úrslitinum fekk 80 prosent av atkvøðunum, varð skipað fyri mótmælum um alt landið. Mótmælisfólkini viðurkendu ikki Lukasjenko sum rætta vinnara av forsetavalinum og kravdi, at hann legði frá sær. Í sambandi við mótmælini vórðu upp móti 35.000 fólk handtikin, skrivar Ritzau.

Hvørki USA, ES ella Stórabretland viðurkennur Lukasjenko sum forseti í Hvítarusslandi, sum hevur verið umrøtt sum seinasta einræðið í Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder