Uttanlands

Zelenskyj: USA heldur fram at stuðla Ukraina

Avgerðin um at steðga alalri menningarhjálp ávirkar ikki hernaðarstuðulin til Ukraina, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í Kyiv í gjár (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í Kyiv í gjár (Mynd: EPA)

2025-01-26 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri boðaði amerikanska uttanríkismálaráðið frá, at nærum øll menningarhjálp úr USA steðgar fyribils, men hetta ávirkar ikki amerikanska hernaðarstuðulin til Ukraina, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

– Eg savni meg um hernaðarstuðul, sum tíbetur ikki er steðgaður, segði Zelenskyj á tíðindafundi við Maia Sandu, forseta í Moldova leygardagin, skrivar amerikanska CBSNews.

Einki verður sagt um, hvar hann hevur hesar upplýsingarnar frá.

Les eisini: USA: Nærum øll menningarhjálp fyribils steðgað

Á tíðindafundinum segði Zelenskyj eisini, at hann hevði havt góðar samrøður við Donald Trump, sum tók við sum forseti í USA farna mánadag, og at hann er vísur í, at tað fer at eydnast nýggja amerikanskaleiðaranum at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.

– Hetta kann bert gerast saman við Ukraina, annars fer tað ikki at rigga, tí Russland ynskir ikki, at kríggið skal fáa ein enda, men tað ynskir Ukraina, segði ukrainski forsetin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder