Innanlands

Gallup: Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin átta tingsessir hvør

Samgongan missir meirilutan, sambært nýggjari Gallup-veljarakanning

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-02 21:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur við 23,2 prosent av atkvøðunum og átta tingsessum, og Fólkaflokkurin næststørsti flokkur við 23 prosentum og 8 tingsessum.

Tað vísir veljarakanning sum Gallup Føroyar hevur gjørt í døgunum 28. februar til 14. mars, og sum Sosialurin hevur kunngjørt á in.fo í kvøld, 2. apríl.

Tjóðveldi missir sambært kanningini ein tingsess, og tí missir samgongan meirilutan í løgtinginum.

Gallup kanning, Sosialurin 2. apríl 2019
Fólkaflokkurin: 23,0 prosent (8 tingsessir)
Sambandsflokkurin: 20,3 prosent (7 tingsessir)
Javnaðarflokkurin: 23,2 prosent (8 tingsessir)
Sjálvstýrisflokkurin: 3,5 prosent (1 tingsess)
Tjóðveldi: 19,2 prosent (6 tingsessir)
Miðflokkurin: 4,3 prosent (1 tingsess)
Framsókn: 6,4 prosent (2 tingsessir)
Framtakið at velja kannabis: 0,5 prosent (Ongan tingsess)


Úrslitið av kanningini er eitt sindur øðrvísi enn tað sum Spyr.fo-kanningin 26. mars vísti. Kanningin varð kunngjørd á Portalinum fríggjadagin.

Veljarakanningin hjá Spyr.fo vísti, at Javnaðarflokkurin einans hevði fingið 20,4 prosent og hevði fingið sjey tingessir, um val var í dag. Fólkaflokkurin er sambært tí kanningini nakað størri, og hevði fingið 24,6 prosent.

Sí meira um tað kanningina her

placeholder
placeholder