Innanlands

Kirkjugarðurin í Leirvík víðkaður

340 gravpláss eru komin afturat. Vígslan varð hildin í gjár

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2025-01-27 15:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár, sunnudagin 26. februar, skipaðu Leirvíkar kirkja og samkomuhúsið Hebron fyri kirkjugarðsvígslu í Leirvík.

Kirkjugarðurin oman fyri bygdina bleiv eisini víðkaður mitt í 80-unum, men við millum 10 og 12 nýggjum grøvum um árið, varð nú aftur neyðugt við eini víðkan.

Í fyrsta umfari eru umleið 340 nýggj gravpláss, og seinni ber til at víðka garðin niðaneftir og fáa onnur 300 gravpláss aftrat.

Vígslan

Fyrst varð ein sálmur sungin, meðan gingið varð rundan um kirkjugarðin.

Síðani lósu Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, og Jóan Magnus Rasmussen, frá samkomuni Hebron, tekstbrot úr bíbliuni.

Til seinast varð biðin ein bøn og so varð sjálv vígslan, áðrenn endað varð við einum sálmi.

Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Eysturkommunu 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder