Í morgun byrjaðu palestinsk flóttafólk í tíggjutúsundatali at venda heim aftur til norðrara part av Gaza. Hetta gjørdist møguligt takkað verið avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og yvirgangsfelagsskapin Hamas, sum kom í gildi fyri viku síðani.
Ísreelski herurin hevur lutvíst tikið seg út úr økinum. Herdeildirnar eru í løtuni staddar nakrar kilometrar frá teimum vegunum vegunum, sum sivilfólkini brúka fyri at koma aftur til norðara partin av Gazageiranum.
Loftmyndir og filmar av leiðini vísa mongdir av fólkum til gongu norðureftir berandi viðførið sítt.
Heilsumyndugleikarnir í Gaza upplýsa, at 19 fyribils heilsustøðir eru settar upp á leiðini, sum verða brúktar av gazabúgvunum at venda heimaftur. Tørvur er á hesum støðum fyri at veita bráðfeingis læknahjálp.
Mett verður, at áleið 650.000 fólk úr norðrara parti av Gaza eru flýggjað úr heimum sínum síðan kríggið byrjaði í 2023.
Ísrael byrjaði loftálopini og innrásina sum svar upp á ógvusliga álopið hjá vápnaðum Hamas deildum á ein ísraelskan tónleikafestival 7. oktober 2023, har 1.200 folk vórðu dripin og yvir 250 tikin gíslar.
Síðan eru meira enn 46.000 fólk dripin í Gaza og flestu av teimum 2,3 milliónunum, sum búgva í geiranum, eru rýmd heimanífrá fleiri ferðir. Nógv hava lívbjargað sær í flóttafólkalegum í 15 mánaðir.
Hóast oyðileggingarnar í Gaza eru stórar, so var stór frøi at hóma millum fólkini, sum nú venda heimaftur, og tosað verður um endurbygging av økinum.
Myndugleikarnir boða frá, at í løtuni er tørvur á 135.000 tjøldum og húsvognum í Gaza City og norðara Gaza fyri at kunna taka ímóti teimum túsundtals fólkunum, sum nú venda aftur til eitt øki, har 90 prosent av bygningunum og undirstøðukervinum eru oyðiløgd.
Fleiri serfrøðingar staðfesta, at tørvur er á nógvum pengum og politiskum vilja, tí alt skal byggjast upp aftur av nýggjum.
Og so er tað spurningurin um vápnahvíldin fer at halda. Tað er tað ikki øll, sum taka fyri givið.
Núverandi vápnahvíldin er partur av eini avtalu í trimum stigum, sum skal enda við fullari vápnahvíld millum Ísrael og Hamas.
Verulig endurbygging kann ikki byrja fyrr enn í triðja stigi, sum kemur í gildi eftir at allir gíslarnir eru leyslatnir, ein avtala er tikin um hvussu Gazageirin skal stýrast og Ísrael hevur tikið allar sínar herdeildir úr Gaza.
Kelda: yle.fi
Myndir: EPA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald