Ein patrulja hjá løgregluni var í gjár og gjørdi ferðmátingar á Stangavegnum á eystara armi av Klaksvíkini.
Talan er um eitt øki, sum, eins og ymsa aðrastaðni í býnum, er niðursett øki: Har er bert loyvt at koyra 40 km/t.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at fýra mál vóru.
Ein bilførari varð máldur til at koyra 61 km/t á Stangavegnum og ein annar júst 60 km/t. Hesir fáa bót og klipp.
Tveir aðrir fingu sonevnt koyriforborð. Av tí at tað er øki við niðursettari ferð, so "skal minni til": Tað verður altíð tikið "eitt sindur av" einari máting, men sjálvt tað talið kann ikki vera yvir 15 km/t yvir hámerksferðina. Vanligt er tað 20 km/t.
Hesir báðir bilførarnir lógu, sambært vakthavandi, á umleið 65 km/t. Av hesi orsøk, og av tí at tað eru persónar, sum fyri stuttum hava tikið koyrikort, so varð koyriforboð givið.
Hetta merkir, at hesi ungu ikki kunnu koyra bil næstu tíðina. Neyðugt er við nýggjari koyriroynd, áðrenn tað aftur er lógligt at seta seg við róðrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald