Innanlands

Nærum 95.000 innskrivingar samanlagt í 2024

Tað vóru gott 2.600 innskrivingar fleiri enn í 2023. Talið fyri "fólkanætur" var eisini nakað hægri, og bólkurin av ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark sett met í 2024

Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í 2024, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Innskrivingarnar vóru 95.000 í tali, ið eru útvið trý prosent fleiri enn í 2023

Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í 2024, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Innskrivingarnar vóru 95.000 í tali, ið eru útvið trý prosent fleiri enn í 2023

2025-01-31 09:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Innskrivingarnar á gistingarhúsunum í Føroyum vóru nærum 95.000 tilsamans fyri árið 2024. Hetta eru gott 2.600 innskrivingar fleiri enn í 2023. Í miðal vóru 545 kømur tøk um mánaðin í 2024, har av helvtin av teimum vórðu nýtt.

Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um eitt fólk svevur tríggjar nætur, ella um trý fólk sova eina nátt, er talan í báðum førum um tríggjar fólkanætur tilsamans.

Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í 2024, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Innskrivingarnar vóru 95.000 í tali, ið eru útvið 3 prosent fleiri enn í 2023. 

Fólkanætur á gistingarhúsum

Januar – desember 2023/2024



januar – desembermunur

20232024tal%





Fólkanætur221.575230.4348.8594,0
Innskrivingar92.34194.9542.6132,8






Nýtslustigið minkað eitt vet 

Rúmføri telur, hvussu nógv kømur eru tøk. Fyri at finna árliga rúmføri hjá einum gistingarhúsi við 20 kømrum, verða hesi faldaði við dagatali í árinum, sum gistingarhúsið hevur opið.

Nýtslustigið telur, hvussu nógv kømur eru brúkt í mun til hvussu nógv eru tøk.

Í fjør vóru 49 prosent av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum brúkt. Tað er eitt vet minni enn í 2023, tá talið var 52 prosent. Her skal havast í huga, at talið av tøkum kømrum, ella rúmføri, er vaksið við gott 6.500 kømrum fyri alt árið. Kamarsnæturnar vóru gott 2.650 færri í fjør enn í 2023.

Nýtslustigið av kømrum var størst í 2019, tá ið tað var 61 prosent.


[object Object]

Fólkanæturnar á støði við talið í 2022

Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í fjør, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Talið er nærvið tað sama sum tað var í 2022. 

Býtið ímillum fólkanæturnar í Tórshavnarøkinum og restina av landinum er líkt býtinum undanfarnu tvey árini. 

[object Object]

Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark seta met

Fólk úr Føroyum og Danmark hava sovið væl færri nætur á føroysku gistingarhúsunum í fjør enn í 2023.

Harafturímóti hevur bólkurin av ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark sett met í 2024. Hesin bólkur gisti útvið 113.500 nætur í 2024. Hetta er ein hækking á 16 prosent.

Fólkanætur á gistingarhúsum skift á bústaðarland
Januar – desember 2023/2024



januar – desembermunur

20232024tal%





Tilsamans221.575230.4348.8594
Føroyar58.33254.759-3.573-6
Danmark65.48262.203-3.279-5
Onnur lond97.761113.47215.71116






Hagstova Føroya

Orðalýsingar

Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 fólkanætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 5 fólk skriva seg inn, eru hetta 5 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Um sami persónur innskrivar seg á eitt gistingarhús 3 ferðir á sama ári, telur viðkomandi sum 3 innskrivingar. 

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

Nýtslustigið telur, hvussu nógv kømur eru brúkt í mun til hvussu nógv eru tøk.

Rúmføri telur, hvussu nógv kømur eru tøk.

Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder