Áleið 1800 lestrarpláss verða boðin út í summar.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning, sum Beinir Johannesen, tingmaður úr Fólkaflokkinum hevur sett.
Heilt nágreiniliga er talan um 1797 lestrarpláss, og tey verða býtt soleiðis:
- Gymnasiala breytaskipanin: 856
- Yrkisútbúgvingarskipanin: 212
- Aðrar yrkisrættaðar útbúgvingar: 20
- Maritimar útbúgvingar: 192
- Heilsuskúlin: 77
- Hægri Nám: 60
- Bachelorútbúgvingar: 260
- Masterútbúgvingar: 120
Afturat hesum tølum eru eisini 25 lestrarpláss til hjánámslestur á Fróðskaparsetri Føroya, umframt ph.d.-lestur, sum ikki er skipað við árligariupptøku. Yrkisútbúgvingar við lærutíð í Føroyum, har skúlagongdin er í Danmark, eru heldur ikki taldar við.
Ivamál er um, hvørjar útbúgvingar verða bodnar út á Hægri Námi, og tí kunnu tey tølini verða øðrvísi, tá vit koma til summarið 2025, sigur landsstýrismaðurin, sum leggur afturat, at tølini, sum eru nevnd omanfyri, eru vegleiðandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald