Uttanlands

– Grønland eigur at gerast limur í ES

Tað heldur Morten Løkkegaard, sum umboðar Vinstra í ES-tinginum

Morten Løøkegaard, ES-tinglimur fyri Vinstra (Mynd: Ritzau)

Morten Løøkegaard, ES-tinglimur fyri Vinstra (Mynd: Ritzau)

2025-01-29 18:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grønland eigur at umhugsa at melda seg inn í ES aftur, heldur Morten Løkkegaard, danskur ES-tinglimur fyri Vinstra.

– Vit liva í einum heimi, har tú skal vera partur av samgongum, óansæð hvussu óheftur tú ynskir at vera, sigur hann sambært Ritzau og leggur afturat, at hann heldur ES er besti felagsskapur at vera partur av, bæði fyri Danmark og Grønland.

Sambært Løkkegaard verður Grønland vart, um landið gerst limur í ES. Grønland fór úr ES í 1985, seks ár eftir, at landið hevði fingið heimastýri í 1979.

Fráboðanin hjá danska ES-tingliminum kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump enn einaferð hevur víst áhuga í at keypa Grønland, og hevur hann ikki útilokað at brúka hermegi ella revsitoll fyri at fáa Grønland.

Les eisini: – Tað snýr seg um at verja tann frælsa heimin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder