Mentan

La Divina - Maria Callas í Filmsfelagnum

Filmurin "Maria" við Angelina Jolie í høvuðsleiklutinum lýsir vøkru og tragisku søguna um eina av heimsins størstu kvinnuligu operasangarinnum, Maria Callas

2025-01-30 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá hundrað ár vórðu liðin, síðan ein av heimsins størstu operasangarinnum, Maria Callas, varð borin í heim, tóku ætlanir seg upp at heiðra minnið um hana. Nú er tað eydnast. Í nýggja spælifilminum hjá kilenska Pablo Larraín, sum fyrr hevur lýst kvinnur sum Jackie Kennedy og Lady Dianu Spencer, er tað Oscarvirðislønta Angelina Jolie, ið hevur fingið høvuðsleiklutin.

Mikudagin sýnir Filmsfelagið filmin um Mariu Callas, sum bara hevur heitið "Maria".

[object Object]

Av grikskari ætt, varð Maria Callas fødd í New York í 1923 og doyði 53 ára gomul í París í 1977. Útvarp var sterkasti miðil í hennara tíð og røddin hjá Mariu Callas var tí at hoyra víða hvar um heimin, eisini her hjá okkum.

Tá hon, hóast gift, møtti grikska reiðaranum og ríkmanninum, Onassis, sum hon livdi saman við frá 1959 til 1968, vóru allir miðlar eftir henni, so lívsleiðin ikki altíð var so beint fram og eydnusom.

Pablo Lorraín, sum hevur fingið 53 virðislønir, varð fyrstu ferð sýndur í Filmsfelagnum við "El Club" (2015), sum var um burturvístar katólskar prestar, sum í Kili høvdu gjørt seg inn á børn. Seinni hevur Filmsfelagið víst filmarnar um ikonisku kvinnurnar "Jackie" (2016) og "Spencer "(2021), ið hann er kendur fyri at lýsa á ein persónligan hátt.

[object Object]

Í nýggja filminum "Maria" setur Pablo sær fyri at lýsa umskiftiligu, men eisini vøkru og tragisku søguna um eina av heimsins størstu kvinnuligu operasangarinnum. Søgan fer fram móti endanum á lívsskeiði hennara, har París i sjeytiárunum er karmurin um filmin.

Umfram Jolie sum Callas, síggja vit Pierfrancesco Favino, vit kenna frá "World War Z", Alba Rohrwacher, sum var við í "Hungry Hearts", Haluk Bilginer, frá "Vintersøvn", Kodi Smit-McPhee, sum sást í sterka filminum "The Power of the Dog" og Valeria Golino frá "Rain Man". Kendi danski leikarin, at spæla amerikanari á filmi, Caspar Phillipson, er John F. Kennedy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder