Uttanlands

Fleiri gíslar leyslatnir í dag

Eftir ætlan verða tríggir ísraelar og fimm tailendskir ríkisborgarar leyslatnir í dag

20 ára gamla Agam Berger verður leyslatin (Mynd: AFP)

20 ára gamla Agam Berger verður leyslatin (Mynd: AFP)

2025-01-30 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verða fleiri gíslar og fangar leyslatnir sum partur av avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, boðar skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu frá.

Gíslarnir, sum verða leyslatnir, eru tríggjar ísraelar, og fimm tailendskir ríkisborgarar. 110 palestinskir fangar verða leyslatnir úr ísraelskum fongslum.

Framanundan vórðu sjey ísraelskir gíslar og 290 palestinskir fangar leyslatnir sum partur av vápnahvíldini, sum kom í gildi 19. januar, og leygardagin verða tríggir ísraelskir gíslar afturat leyslatnir, skrivar Ritzau.

Tann fyrsti av gíslunum varð leyslatin stutt eftir klokkan átta í morgun. Talan er um 20 ára gomlu ísraelsku herkvinnuna Agam Berger.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder