Innanlands

Asfalt: Kreton aftur á odda

Aftaná fleiri góð ár hjá fyritøkunum innan asfalt, var samlaða árið í 2023 munandi lakari enn undanfarin ár. Nira hevur greinað roknskapirnar

(Mynd: Kreton)

(Mynd: Kreton)

2025-02-02 20:45 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Aftaná fleiri góð ár hjá fyritøkunum innan asfalt, var samlaða árið í 2023 munandi lakari enn undanfarin ár.  Samlaða ársúrslitið minkaði úr 14 mió.kr. í 2022 til 8 mió.kr. í 2023.

Sp/f Kreton í Norðagøtu hevði eitt avlop upp á 3,5 mió.kr. í 2023, sum var besta úrslit eftir skatt í 2023 av fyritøkunum, sum selja asfalt í Føroyum. Kreton var eisini í 2022 á fyrsta plássinum við 5,1 mió.kr. í avlopi.

Næst besta ársúrslitið í 2023 hevði SP/f HJ Asfalt í Klaksvík við 2,6 mió.kr.

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá størru føroysku asfaltfyritøkunum, sum umfatar fimm fyritøkur í alt. Talan er um Sp/f Kreton, Sp/f EM Asfalt, Sp/f HJ Asfalt, Sp/f IR Asfalt og Sp/f Plan-Asfalt. Talan er um almennar roknskapir fyri 2023.

Fyrivarni má takast fyri, at nakrar av fyritøkunum eisini hava nakað av øðrum virksemi enn asfaltveitingar.

At veita tænastur innan asfalt í Føroyum hevur í mong ár verið ein rímuliga góð vinna at verið í. Úrslitini hava verið rímuliga góð hjá teimum fyritøkunum, sum hava verið í hesu vinnuni.

[object Object]

Tær fimm fyritøkunar innan asfalt, hava haft fallandi bruttovinning síðstu fýra árini, har ið bruttovinningurin samanlagt er fallin frá 93,3 mió.kr. í 2020 til 80,7 mió.kr. í 2023.

Sama tíðarskeið er samlaða ársúrlitið fallið úr 21,6 mió.kr. til 8,0 mió.kr.

Sp/F Kreton hevði besta ársúrslit í 2023

Fyri nøkrum árum síðani var tað Sp/F EM Asfalt, sum var tann stóra fyritøkan innan asfaltveitingar.

Hetta sær út til at verða broytt síðstu árini, har Sp/F Kreton nú hevur yvirhálað EM Asfalt og hevur havt størsta ársúrslitini síðstu tvey árini.

[object Object]

Størsta bruttovinningin í 2023 hevði Sp/f IR Lastbilar, sum eisini hevur hjánavnið IR Asfalt, av tí at teir esini hava asfaltvirksemið.

Næststørsta bruttovinningin hevði Sp/f Kreton við 20 mió.kr

Tá hugt verður eftir ársúrslitinum eftir skatt, so hevði Sp/f Kreton besta úrslitið í 2023.

Ársúrslitið hja Sp/f Kreton eftir skatt var 3,5 mió.kr.

Á øðrum plássi var Sp/F HJ Asfalt sum hevði eitt avlop eftir skatt upp á 2,6 mió.kr.

Sp/F EM Asfalt, sum annars hevur ligið fremst í bruttovinningi og ársúrslitið síðstu mongu árini, hevði ein bruttovinning upp á 12,8 mió.kr., men hevði eitt rakstrarhall á upp 941 tkr. í 2023.

Fíggjarstøðan hjá asfaltfyritøkunum

Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni, kann síggjast, at Sp/f IR Asfalt hevur størstu fíggjarstøðuna við 42,9 mió.kr., meðan Sp/f Kreton hevur næst størstu fíggjarstøðuna við 36,6 mió.kr.

Sp/f IR Asfalt hevði 10,4 mió.kr. bundið í støðisogn og 28,8 mió.kr. í áogn.

Sp/f Kreton hevði 24,9 míó.kr. bundin í støðisogn og 10,2 mió.kr. í áogn.

Sp/f HJ Asfalt og EM Asfalt høvdu annars gott gjaldføri í 2023 og høvdu ávikavist 8 mió.kr. og 7,7 mió.kr. í gjaldføri.

[object Object]

Sp/f EM Asfalt hevði størsta eginpeningin í 2023 við 21 mió.kr. og eitt trygdarevni á upp 70,6 prosent, meðan Sp/f Kreton hevði ein eginpeningi á 18,2 mió.kr. og eitt trygdarevni upp á 49,7 prosent.

Á triðja plássinum var Sp/f IR Asfalt við einum eginpeningi á 18,1 mió.kr. og trygdarevni á 42,2 prosent.

Sp/f Kreton hevði í 2023 eina langfreista skuld upp á 7,3 mió.kr. meðan Sp/f IR Asfalt hevði eina langfreista skuld upp á 3,8 mió.kr. og Sp/f PlanAsfalt hevði eina langfreistað skuld upp á 2,9 mió.kr.

Hvørs fallandi bruttovinningurin 2020 til 2023 og fallandi ársúrsltið serliga í 2023 er orsakað av fallandi virksemi ella um kappingin millum fyritøkurnar er harðnað, hava vit ikki nakað greitt svar uppá.

Hvussu fer at ganga hjá asfaltfyritøkunum í 2024 fáa vit at síggja tá ið roknskapirnir fara at koma inn seinni í ár.


Rætting 3. februar 12:39: Sp/f IR Asfalt var upprunaliga ikki við í greiningini, men er síðan løgd afturat.


--


[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder