Leygardagin tann 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað 10. ferð, og verður hon í Varpinum í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.
Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Møguleiki er at seta spurningar og góður møguleiki er eisini at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.
Umframt fleiri spennandi framløgur, verður fokus sett á tann nýggja landbúnaðarpolitikkin, sum nú er sendur til hoyringar.
Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað, har øll við áhuga fyri landbúnaðarviðurskiftum í Føroyum kunnu hittast og samskifta um ymisk viðkomandi mál,
Búnaðarstevnan hevur eina heimasíðu, har skrá, tilfar vm. kann finnast www.bunadarstevna.fo Atgongumerki fáast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald