Innanlands

Nýggju tollsatsirnir útsettir í minst 30 dagar

Donald Trump gjørdi avtalur um økt markaeftirlit við bæði Meksiko og Kanada í gjár

Eftirlitið á markinum millum USA og Kanada verður ný styrkt (Mynd: EPA)

Eftirlitið á markinum millum USA og Kanada verður ný styrkt (Mynd: EPA)

2025-02-04 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, gjørdust í gjárkvøldið samdir um at útseta ætlaðu nýggju tollsatsirnar eftir at Kanada hevur givið lyfti um at økja um eftirlitið á markinum.

Donald Trump gav leygardagin boð um at leggja 25 prosent toll á flestu vørur frá grannalondunum Kanada og Mexico, tó bert 10 prosent á orkuúrdráttir. Ætlandi skuldu nýggju tollgjøldini koma í gildi í dag.

Men seint í gjárkvøldið, okkara tíð, skrivaði kanadiski forsætirsráðharrin á sosiala miðlinum X, at hann í eini telefonsamrøðu hevur lovað Trump tættari samstarv um markaeftirlitið.

- Ætlaðu tollsatsirnir bíða í minst 30 dagar, meðan vit samstarva, skrivar Trudeau.

Kanada setur í verk eina markaætlan fyri 1,3 milliardir dollarar og styrkir eftirlitið fram við markinum við nýggjum tyrlum, tøkni og starvsfólkum, og betrar samskipanina við USA, stendur í dagføringini hjá Trudeau.

Harumframt pliktar Kanada seg til at tryggja eftirlitið av markinum allan sólarringin, og verður við í eini felags kanadisk-amerikanskari tilbúgvingardeild at berjast móti kriminaliteti, rúsevninum fentanyl og hvítting av pengum, skrivar dr.dk.

Trudeau hevur eisini skrivað undir eina nýggja fyriskipan fyri fregnartænastuna, sum inniber øktan stuðul á 200 milliónir dollarar í stríðnum móti skipaðum brotsverkum og fentanyl.

Fyrr í gjár gjørdi Trump eina líknandi avtalu við forsetan í Meksiko, Claudia Sheinbaum, sum millum annað inniber, at Meksiko sendir 10.000 fólk afturat at ansa eftir markinum millum Meksiko og USA. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder