2025-02-04 09:02
Sunnudagin varð boðað frá innbroti í Bónus í Miðvági. Helst hevur ein persónur verið inni í handlinum um náttina.
Ein peningaupphædd er stolin, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í morgun uttan at koma nærri inn á hvussu nógvar pengar talan var um.
Eisini er komin ein fráboðan til løgregluna um innbrot á einum stovni í miðbýnum í Havn.
Møguliga er samband millum hetta innbrotið og innbrotini, sum vóru á tveimum matstovum í býnum, sum vit skrivaðu um í gjár. Tað verður kannað nærri í dag.
Les eisini: Innbrot á tveimum matstovum í Havn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald