Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, og til fyri stuttum Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er ikki liðugur í politikki.
Í dag varð hann kunngjørdur sum nýggjur fíggjarmálaráðharri í Noregi. Hetta hendi, tá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, fyrrapartin kunngjørdi nýggju stjórnina.
Støre varð noyddur at umskipa stjórnina eftir at Senterpartiet herfyri tók seg úr stjórnini. Í Noregi er ikki møguleiki at skriva út nýval, so nú hevur Støre skipað nýggja minnilutastjórn einans við ráðharrum og -kvinnum úr Arbejderpartiet. Stórtingið skal sita valskeiðið út. Komandi stórtingsval verður í heyst.
- Tað er mær ein stórur heiður at verða biðin um at hjálpa landi mínum í hesi støðu. Eftir at hava mett um støðuna, so havi eg avgjørt at taka av tilboðnum frá Støre forsætisráðharra um at verða fíggjarmálaráðharri í stjórn hansara, segði Jens Stoltenberg í fráboðan í morgun.
Jens Stoltenberg hevur fyrr verið norskur fíggjarmálaráðharri. Tað var í tíðarskeiðinum frá oktober 1996 til oktober 1997 í stjórnini hjá Thornbjørn Jagdland.
Hann var forsætisráðharri frá mars 2000 til oktober 2001 og aftur frá oktober 2005 til 2013, tá hann máti lata landsins leiðslu víðari til Ernu Solberg. Árið eftir gavst hann í norskum politikki fyri at taka av tilboðnum um at gerast Nato-aðalskrivari, eitt embæti hann røkti í tíggju ár frá oktober 2014 til oktober 2024.
Í mars 2022 stóð honum í boði at gerast norskur tjóðbankastjóri, men hann tók ikki av, men valdi at halda fram í starvi sínum í Nato.
Jens Stoltenberg og Jonas Gahr Støre uttan fyri kongsborgina fyrrapartin (Mynd: NRK)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald