Uttanlands

El Salvador vil taka móti amerikanskum fangum

Marco Rubio, uttanríkisráðharri, hevur gjørt gjaldsavtalu við forsetan í latínamerikanska landinum

Mark Rubio, amerikanskur uttanríkisráðharri (v.m.) og Nayib Bukele forseti í El Salvador (Mynd: EPA)

Mark Rubio, amerikanskur uttanríkisráðharri (v.m.) og Nayib Bukele forseti í El Salvador (Mynd: EPA)

2025-02-04 12:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í nátt boðaði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, frá, at hann hevur fingið eitt gott tilboð á vitjan síni í miðamerikanska landinum, El Salvador.

Forsetin í El Salvador, Nayib Bukele, hevur bjóðað USA at hýsa útvístum tilflytarum og amerikanskum brotsfólkum í fongslum í El Salvador.

Rubio lýsti tilboðið sum “eina av mest óvanligu avtaluni um fráflyting í øllum heiminum”.

Rubio er serliga nøgdur um, at avtalan ikki einans er galdandi fyri tilflytarar, sum USA ynskir at útvísa:

- Hann hevur lovað at gera tað sama við vandamiklar lógbrótarar, sum sita sína revsing í USA, eisini amerikanskar borgarar og onnur, sum lógliga búgva í USA, segði Rubio.

Bukele hevur hevur eisini váttað tíðindunum á miðlinum X.

Fangarnir skulu sita í nýggja stórfongslinum, Cecot, sum hevur pláss til 40.000 fangar. Hátrygdarfongslið er størsta fongsul í Latínamerika.

- Kostnaðurin verður lutfalsliga lágur fyri USA, men týðandi fyri okkum, og vil geva haldbæri í okkara fongsulsskipan, skrivar Bukele forseti á X.

Nayib Bukele hevur verið forseti í El Salvador síðan á sumri 2019, og hevur ein harðrendan hugburð mótvegis lógloysinum í landinum, har nógv er gjørt fyri at stríðast móti brotsmannaliðum.

Sjálvur hevur Bukele kallað seg sjálvan fyri “heimsins kulasta einaræðisharra”.

Mannarættindafelagsskapir hava verið ógvuliga kritiskir mótvegis Bukela og krígnum móti borotsmannaliðunum í El Salvador. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder