Fleiri fólk eru særd av skotum í Örebro, og hildið verður at gerningsmaðurin er millum tey særdu.
Tað upplýsti svenska løgreglan á tíðindafundi fyri løtu síðan.
Hetta kemur stutt eftir at Aftonbladet og TV4 Nyheterna skrivaðu, at fleiri vórðu deyð av løstinum. Eisini svenska kringvarpið hevur upplýsingar um fleiri deyð.
Myndugleikarnir vilja tó ikki vátta hesar upplýsingar.
Enn er politiatsóknin í gongd, og løgreglan vil tí ikki úttala seg um hvussu nógv møgulig deyð kunnnu vera.
Hendingin fór fram á einum skúla fyri vaksin, sum vilja at leggja afturat síni útbúgving.
Mynduguleikarnir upplýsa, at fimm eru koyrd á sjúkrahús í Örebro. Fýra teirra hava verið undir skuri. Tvey eru liðugt skurðviðgjørd og eru stabil, og ein er álvarsliga særdur. Eitt fólk, sum ikki er skurðviðgjørt, hevur smærri skaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald